TÓNLEIKUR BØKUR LEIKALUND LIST & HANDVERK FILMAR

Leikalund er handil í gomlu handilshølunum hjá kongiliga einahandlinum úti í Klaksvík. Í 150 ára gomlu handilshølunum kunnu vit bjóða eina rúgvu til eygað, oyrað og sál.

Leikalund er eisini útgávufelag. Okkara útgávur umfata plakatir og postkort, sum verða send á marknaðin við jøvnum millumbili.

Leikalund hevur umleið eitt ár á baki, og hesa tíðina hava vit fingið staðfest, at tørvur er á júst einum slíkum handli, sum hesum. Samansetingin av bókum og fløgum og list vísir seg at vera sera væleydnað.

Umframt at nøkta tørvin hjá norðoyingum fyri tónleiki, bókum og list, hevur eisini eydnast okkum at fingið fatur á einum parti av ferðafólkunum, sum á hvørjum ári vitja her norðuri.

 

Handilshølini húsast undir sama taki sum Norðoya Forminnissavn, og burtur úr hesum hevur eydnaðst at fingið eitt sera gott samstarv. Eitt nú hava vit hildið konsertir í hølunum hjá Norðoya Forminnissavni har nøvn sum Hanus G Johansen, Eivør Pálsdóttir og Kristian Blak hava framført egnan tónleik. Leikalund fer eisini í framtíðini at skipa fyri mentunartiltøkum, so sum konsertum, framsýningum og upplestrarkvøldum.

Hevur hetta vakt tín áhuga so, skal upplýsast at handilin hevur opið hvønn dag frá kl. 10.00 til kl. 18.00 - Leygardag tó frá kl. 10.00 til kl. 14.00

Leikalund er limur í Klaksvíkar Handilsfelag og er sostatt eisini partur av øllum teimum tiltøkum handilsfelagið lýsir við. Her verður hugsað um langar leygardagar og Open By Night.

Passa hesar tíðar tær ikki, so er heimasíðan altíð opin. Um stutta tíð fer at bera til at keypa umvegis heimasíðuna

     
Copyright © 2001 - Leikalund